Hevur ikki verið koyrandi í støðum í nógvu hálkuni

- Fólk eru vorðin kunnug við sera vánaligu koyrilíkindini nógvastaðni, og vit hava varhugan av, at nógv hava latið bilin standa, sigur løgreglan.

 

Flestu, sum flyta seg runt í bili, hava seinastu tíðina upplivað, at tað hevur verið rættiliga hált í støðum ávísar tíðir av samdøgrinum.

 

Soleiðis hevur verið um næturnar, um kvøldarnar og stundisliga á morgni. Har ringast hevur verið, hevur verið hált til langt út á dagin.

 

Høvuðsvegir hava verið saltaðir av Landsverki, og inni í bygdunum hava kommunurnar roynt sum frægast.

 

Tað eru serliga síðuvegir kring um í bygdunum, sum hava havt liggjandi frost, men tað eru eisini landsvegir, sum beinleiðis hava verið stongdir.

 

Gjáramorgunin var eitt lítið ferðsluóhapp í Søldarfirði, har ein bilførari, sum royndi at parkera sær bilin, fór á glið og endaði í einum lyktapela og húsaveggi.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit í morgun at siga, at eitt lítið ferðsluóhapp eisini var ovarlaga í Varðagøtu í Havn um 17-tíðina í gjár.

 

- Bilurin fór eftir síðuni út av vegnum av berari hálku, sigur løgreglan.

 

Lagt verður aftrat, at vegurin norður til Eiðis var so mikið hálur í nátt, at her var als ikki koyrandi, og frárátt varð fólki at koyra um hesar leiðir.

 

- Tann eini bilførarin setti bilin frá sær og valdi at ganga, tí tað bar snøgt sagt ikki til at koyra í nógvu hálkuni.

 

Vaktleiðarin sigur, at hóast nógvu hálkuna hava ikki teir stóru trupulleikarnir verið í ferðsluni, og talan hevur ikki verið um nevniverdar materiellar skaðar.

 

- Eftir øllum at døma eru fólk vorðin varug við sera vánaligu koyrilíkindini nógvastaðni, og vit hava varhugan av, at nógv hava latið bilin staðið, sigur vaktleiðarin.