Í ólavsøkurøðu síni boðaði løgmaður frá, at hann hevur sent nevndarforkvinnuni í ES bræv, har hann sigur, at Føroyar ynskja eina nýggja avtalu.
Í røðu síni gjørdi hann var við, at føroyingar hava samhandil við øll tey stóru londini í heiminum, sum USA, Russland og Kina, men at ongin skal ivast í, at Føroyar annars eru partur av vesturheiminum.
- Ríkisfelagsskapurin hevur seinastu árini staðið órørdur. Eingin menning. Eingin framburður. Men konfrontasjónir og ósemjur, segði løgmaður.
-Vit skulu sjálvandi røkja okkara egnu áhugamál. Tí er neyðugt at beina burtur allar uttanríkispolitiskar forðingar í viðurskiftunum við Danmark.
-Við sitandi landsstýri verður nýggj kós sett ímóti meira semjusøkjandi tíðum.
-Vit hava longu funnið semju við donsku stjórnina um, at ein og hvør, sum býr í Føroyum og hevur ríkisborgararætt, kann fáa cpr-nummar. Hetta fer at gera tað nógv smidligari at brúka eitt nú donsku sjúkrahús-skipanirnar og at fáa danskt lestrarpláss.
Løgmaður sigur, at hetta er fyrsti liður í broytingunum í ríkisfelagsskapinum, men hann sigur eisini, at stýrisskipanarlógin skal dagførast – millum annað við heitunum hjá landsstýrisfólkum og tingfólkum.