Hevur skorað átta mál í trimum dystum

1. DEILD: Við tenniseggið á Svangaskarði tók Skála í dag stórt fet ímóti gullinum

Í góðveðrinum í dag vóru skálamenn á Svangaskarði. Skála hevur tryggjað sær uppflyting í bestu deildina, meðan næstbesta liðið hjá B68 liggur tungt í sjónum og er undir niðurflytingarstrikuni.

 

Tað var eingin ivi um úrslitið. Skála vann 6-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Úrslitið ber við sær, at Skála nú hevur 58 stig og er fýra stig frammanfyri NSÍ, sum eisini er flutt upp. Tað eru hesi bæði liðini, ið kappast um at vinna gull.

 

Carlos Ferreira skoraði reint hattrikk í eitt lítið korter tíðliga í seinna hálvleiki. Hann økti til 3-0 í 47. minutti, til 4-0 í 58. minutti, og  til 5-0 í 61. minutti. Í teimum trimum dystunum í september hevur Carlos Ferreira skorað átta mál – øll fýra í 4-1 sigrinum ímóti B36, eitt í 2-1 sigrinum ímóti KÍ og so trý í dag.

 

Portugisiski Carlos Ferreira er nú einsamallur toppskjútti í næstbestu deildini. Hann hevur skorað 20 mál í 22 landskappingardystum. Eitt lítið korter var farið, tá ið Jan Ingason Hansen setti hol á, og Kristian Martin Jakobsen var tvífaldur málskjútti. Knappur hálvur tími var farin, tá ið hann økti um munin til 2-0, og tveir minuttir undan leikloki staðfesti hann 6-0 sigurin.

 

Um eina viku fær Skála vitjan av Víkingi, og tá fer B68 – tunnilsdagin um eina viku – at spæla í Klaksvík.