Heystdagur við mótasýning, góðum tilboðum og undirhaldi

Komandi hósdag verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið heystdagur aftur á skrá í SMS.

Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta heystmótanum og heystvørum annars, hava opið til langt út á kvøldið, og samstundis verður nógv á skránni á Torginum.

 

Flestøll elska vit tónleik, og nógvur live tónleikur verður at hoyra í SMS hendan dagin.

 

Á Torginum verður byrjað við Inga Poulsen, sum altíð fær lív í fólk, kl 17.

 

Klokkan kl 18 er tað  Ester Skála, sum fer á pall, og óivað fer hon at framføra løgini, ið vit øll hava ringt við at standa still til, Unicorn og Spotlight.

 

Klokkan 19 er tað Nimpus Tópus, sum framførir. Nimpus Tópus megnaði at koma í finaluna í Sement 2023, og serliga millum tey ungu er hetta ein sera væl umtóktur bólkur.

 

##med2##

 

Endar við mótasýning

 

Endabrakið á árliga heystdegnum verður ein stórfingin mótasýning, sum verður á skránni klokkan 20.

 

Nyggjasti heyst- og vetrarmótin 2023 verður vístur framm afturvið vælljóðandi rútmum frá DJ Tordis, sum diskar restina av kvøldinum.

 

SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 hóskvøldið.