Hjartanemandi heilsan hjá konu Navalnyj

- Eg veit ikki, hvussu eg skal koma víðari uttan teg, men eg fari at royna, sigur Julia Navalnaja eftir jarðarferðina hjá manni sínum.

 

Í dag er russiski andstøðingurin, 47 ára gamli, Aleksej Navalnyj, jarðaður í kirkjugarðinum Borisovskij í Moskva.

 

Eftir jarðarferðina hevur einkjan, Julia Navalnaja, lagt nakrar hjartanemandi reglur út á sín vanga á Instagram.

 

Her takkar hon manni sínum fyri kærleika, stuðul og fyri, at hann fekk hana at brosa - sjálvt, tá hann sat í fangaleguni.

 

- Tú hevði altíð meg í tínum tonkum.

 

Julia Navalnaja sigur, at hon veit ikki, hvussu hon skal koma víðari við lívinum uttan mannin.

 

- Men, eg fari at royna at gera teg stoltan. Eg veit ikki, um eg fari at megna tað, men eg fari at royna.

 

##med2##

 

Og at enda leggur hon aftrat.

 

- Eg fari altíð at elska teg. Hví í friði, eru seinastu orð hennara á Instagram.

 

 

 

 

 

Julia Navalnaja stutt eftir deyðsboðini av manni sínum.