HM í manshondbólti í 2027 verður í Týsklandi - Vertsbýirnir eru funnir

Seks vertsbýir vera til HM-endaspælið

Um føroyska manslandsliðið í hondbólti megnar at vinna seg til HM-endaspælið í 2027, so sleppa teir aftur ein túr til Týsklands.

 

11 býir søktu um at sleppa at hýsa dystum undir HM-endaspælinum, men tað gjørdust seks býir sum vóru valdir.

 

HM-endaspælið verður leikt í hesum seks býunum:

 

  • SAP Garden (München): 11.000 áskoðarar
  • Porsche-Arena (Stuttgart): 6.200 áskoðarar
  • GETEC-Arena (Magdeburg): 6.500 áskoðarar
  • Wunderino-Arena (Kiel): 10.250 áskoðarar
  • ZAG-Arena (Hannover): 10.000 áskoðarar
  • Lanxess-Arena (Köln): 19.250 áskoðarar

 

Millum vertsbýirnar er Kiel, har Elias Ellefsen á Skipagøtu saman við liðfeløgunum í THW Kiel hevur Wunderino-Arena sum heimavøll.

 

Millumumfarið verður leikt í Hannover og Köln. Og avgerandi dystirnir vera leiktir í Köln.

 

HM-endaspælið í manshondbólti í 2027 verður endaspæl nummar 30 í søguni.