Tað gongur ótrúliga væl hjá Maritu Mortensen og liðfeløgunum í HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Aftaná 10 umfør hevur HØJ fult stigatal, 20 stig. Tær eru seks stig frammanfyri Ajax, ið er liðið hjá Vár og Lív Zachariassen.
Í dag vann HØJ á heimavølli í Ølstykke 33-29 á Søndermarken. HØJ var á odda 17-10 í steðginum, so Søndermarken var betri við í seinna hálvleiki.
Marita skoraði tvey mál fyri HØJ.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur HØJ útidyst móti Roskilde á skránni.