Hóskandi heim søkist

Dokumentarurin hjá KvF, Hóskandi heim søkist, sum varð vístur áðrenn seinasta løgtingsval, lýsir hvussu støðan hjá fleiri samfelagsborgarum er.


Hóast nógv er bygt, so er fólkatalið eisini nógv vaksið, og Føroyar hava framvegis stórar avbjóðingar á bústaðarøkinum. Serliga stakir uppihaldarar hava ikki møguleika at keypa ella byggja síni egnu hús, og tískil skulu vit sum samfelag taka ábyrd.


Tað líkist ongum, at stakir uppihaldarar við børnum skulu liggja og rekast millum frítíðarhús, kjallarar og millum bygdir og býir.


Vit mugu tryggja, at ung foreldur við smáum børnum, sum vilja lesa í Føroyum, hava møguleika til tess, og ikki eru noydd at fara av landinum fyri at taka eina útbúgving, sum kann takast í Føroyum, einans orsakað av bústaðartrupuleikum og prísi.


Bústaðir skal fáast at virka aftur eftir ætlan

Undanfarna samgonga legði so nógvar fótonglar út fyri Bústøðum, at meginparturin av íbúðaverkætlanunum, sum vóru á skrivaraborðinum, steðgaðu upp. Tað var ábyrgdarleyst! Og øll minnast politiska glantrileikin kring Bústaðir. Her skal vend koma í. Bústaðir skal fáast at virka eftir ætlan. Sum er at byggja bíligar, dygdargóðar og fjølbroyttar leiguíbúðir til ein hóskandi leiguprís – kring alt landið.


Fjølbroyttar loysnir til fjølbroyttar borgarar

Fyri nøkrum árum síðani segði Andras Róin frá Bústøðum, at vit eiga at hava millum 2000 og 4000 leiguíbúðir í Føroyum. Higartil eru vit ikki uppá meir enn nakrar hundrað. Síðani tá er fólkatalið eisini økt munandi.


Vit hoyra dag og dagliga, at tørvurin á virðiligum bústaði til borgarar við skerdum førleikum, er himmalrópandi. So sjálvandi skal málið um hóskandi bústaðir til føroyingar hava hægstu raðfesting komandi valskeið.


Landið skal saman við kommunum og Bústøðum taka málið í álvara. Og landsstýrið og Løgting mugu vísa í verki, at tey veruliga meina tað.


Vit mugu eisini hugsa alternativt – fleiri útstykkingar - fleiri sethús, leiguíbúðir í ymiskum støddum og eisini lutaíbúðir. Er útboðið nóg stórt, so verður prísurin eisini lægri.


Raðhúsini Millum Gilja og inni á Gøtu, vóru ein stór suksé – hví ikki fremja fleiri slíkar verkætlanir? Ella Tórsbyrgi? Tílíkar verkætlanir geva fólki frælsi at byggja ein hóskandi bústað, sum tey kunnu seta sín egna dám á – og megna at fíggja.


Raðfesta verulig heim

Samhaldsfesti er so sanniliga at tryggja øllum møguleikan at finna sær ein hóskandi bústað og verulig heim – eisini í Havn. Og hesari avbjóðing fari eg at arbeiða fyri at loysa, um tú gevur mær tín kross 8. desembur!

 

Birna Heinesen,

 

valevni Javnaðarfloksins