Hóttur við knívi í Klaksvík í nátt

- Eg kann vátta, at vit hava handtikið ein persón, sum verður skuldsettur fyri at hava hótt ein mann við knívi, sigur løgreglan.

Løgreglan veit seinnapartin í dag at siga, at ein persónur er handtikin í samband við eitt mál í Klaksvík í nátt.

 

- Talan er um eitt mál, ið snýr seg um, at ein maður er hóttur við knívi, sigur vaktleiðarin við In.fo fyri løtu síðan.

 

Spurdur, um knívur var frammi í samband við hóttanina, vil løgreglan ikki fara út í smálutir við málinum í løtuni.

 

- Eg kann bara vátta, at vit hava handtikið ein persón, sum verður skuldsettur fyri at hava hótt ein mann við knívi.

 

Portal.fo hevur eisini skrivað um málið seinnapartin, og heldur ikki her eru neyvari upplýsingar um hendingina í Klaksvík í nátt.