Hvør skal umboða Føroyar á Pan-ArcticVision? 

Í fjør fór Guðrið Hansdóttir til Norðurnoregs at umboða Føroyar í tónleikakappingini Pan-ArcticVision. Nú er tíðin komin at finna nýggjan føroyskan sang og nýtt tónlistarfólk til kappingina, sum í ár verður í Nuuk

Kappingin var stroymd beinleiðis í Norðurlandahúsinum, har áskoðarar fylgdu spentir við og rópaðu á Guðrið Hansdóttir. Guðrið sang Blátt myrkur, sum Lív Maria Róadóttir Jæger hevði skrivað tekstin til

Við tí endamáli at styrkja arktiska felagsskapin og at seta sjóneykuna á arktisk mál og arktiska mentan, tók listabólkurin NORDTING í fjør stig til eina nýggja altjóða tónleikakapping við Arktis í miðdepli – Pan-ArcticVision. Her kappast 10 tónlistarfólk úr 10 ymiskum økjum í Arktis við 10 sangum.

 

Arktiska økið er til kappingina liðiligt, tí luttakararnir koma úr eitt nú Sámalandi, Alaska og eisini úr Føroyum.

 

Í fjør var Guðrið Hansdóttir við sanginum Blátt myrkur vald at umboða Føroyar í kappingini, sum varð hildin í Vadsø í Norðurnoregi. Pan-ArcticVision var beinleiðis stroymd til londini í Arktis, og tá atkvøðugreiðslan var av, var tað greitt, at vinnarin gjørdist grønlendski tónleikabólkurin NUIJA við sanginum Takutillara. Tí verður Pan-ArcticVision 2024 í Nuuk.

 

Nú er tíðin komin at finna nýggjar luttakarar til kappingina. Hetta merkir, at føroysk tónlistarfólk nú kunnu senda sítt íkast til Pan-ArcticVision 2024 við teirri vón at sleppa at umboða Føroyar 12. Oktobur í Nuuk.

 

Freistin at senda tónleikainnslagið inn er 15. mai 2024.

 

Norðurlandahúsið samstarvar um verkætlanina. Tað ber til lesa um kappingartreytir og annað á: https://www.nlh.fo/fo/tidindi/tidindi-ur-nordurlandahusinum/kom-og-kappast-i-tonleikakappingini-pan-arcticvision

 

.

 

Kappingin var stroymd beinleiðis í Norðurlandahúsinum, har áskoðarar fylgdu spentir við og rópaðu á Guðrið Hansdóttir. Guðrið sang Blátt myrkur, sum Lív Maria Róadóttir Jæger hevði skrivað tekstin til

Í fjør var Pan-ArcticVision hildin í Norðurnoregi. Fotografur: Knut Åserud