Í dag byrjar árliga TeenStreet legan í Suðurtýsklandi

Aftur í ár eru nógvir føroyskir ungdómar farnir á legu í Suðurtýsklandi, sum TeenStreet, ið er felagsskapur undir OM, skipar fyri.

Í gjárkvøldið fór ein fullsettur flúgvari hjá Atlantsflogi úr Vágum við hesum ungu saman við nógvum hjálparfólki. Umleið klokkan 22 lendu tey á flogvøllinum í Strasbourg, og 2 tímar seinni komu so 3 bussar við øllum hesum spentu og vónríku ungdómunum inn á økið hjá TeenStreet í Offenburg í Týsklandi.

 

Nøkur hava eisini reist aðrar vegir, og tilsamans eru áleið 300 føroyingar savnaðir á leguni. Tey eru uml. 180 tannáringar, restin eru hjáparfólk og børn teirra.

 

TeenStreet er kristilig altjóða lega fyri tannáringar millum 13 og 17 ár. Í mong ár hava hesar legur nú verið hildnar í Europa – mest í Týsklandi. Seinnu árini er Teenstreet felagsskapurin eisini farin undir at hava legur í fleiri øðrum londum runt um í heiminum.

 

Á leguni í Týsklandi, sum altso byrjar í dag, eru eini 2000 tannáringar savnarðir úr nógvum ymiskum evropeiskum londum, og samlað er tey eini 3000 fólk savnað.