Í dag verður siglingarferðin avmarkað

Umhvørvisstovan boðar frá, at í kunnger er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august, er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman, nærri enn 500 metrar úr landi kring oyggjarnar Skúvoy og Mykines, og kring partar av Nólsoy

Óneyðugur gangur, sum harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.

 

Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.

 

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu avmarka ferðina sum mest, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.

 

Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ferðaavmarkingin er galdandi.