Í kvøld sigur Skarv farvæl

Skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn hevur opið fyri seinastu ferð í kvøld

Dánjal Petur Thorsteinsson stovnaði Skarv í 1975 og rak tað fram til 2015, tá ið dótturin Siri tók yvir. Leygarkvøldið siga tey bæði farvæl við Skarv

Eftir næstan hálva øld sum skeinkistað hjá føroyingum í Keypmannahavn letur Skarv nú aftur. Leygarkvøldið er opið fyri seinastu ferð, og tá ið hurðin verður stongd sunnumorgunin, letur Skarv ikki uppaftur.

 

Síðani Skarv lat dyrnar upp á fyrsta sinni í 1975, hevur virksemið verið støðugt um enn skiftandi.

 

Skarv hevur verið partur av útisetalívinum hjá føroyingum í Danmark. Serliga hjá teimum, sum hava búð á keypmannahavnarleiðini, men eisini hjá útisetum aðrastaðni í Danmark. Mong túsundtals lesandi hava ígjøgnum árini leitað sær á Skarv at hugna sær, og eisini føroyingar í vaksnum aldri – sum hava búð í Danmark ella hava vitjað í Keypmannahavn – hava brúkt Skarv.

 

Leygarkvøldið endar drúgva og litríka søgan hjá Skarv. Tá verður lykilin snaraður um.

 

– Hetta kennist ambivalent. Eg gleði meg til at fáa tað yvirstaðið, men tað verður trist, tá ið tað er liðugt. Enn merki eg ikki veruliga tær keðiligu kenslurnar, men tær munnu fara at koma, tá ið vit hava stongt. Í øllum førum kennist hetta sera løgið, sigur Siri Thorsteinsson, sum síðani 2015 hevur rikið Skarv. Tá yvirtók hon staðið eftir pápan Dánjal Petur, sum byrjaði virksemið í 1975.

 

– Tað var ein sera trupul avgerð at taka, men hon varð tikin. Korona órógvaði Skarv illa, og síðani hava vit kempað fyri at koma fyri okkum aftur. Inflatiónin hevur havt við sær, at allar útreiðslur eru hækkaðar, leigan er sett nógv upp, men inntøkurnar hava ikki fylgt við. Vit hava veruliga stríðst fyri at fáa tað at bera til, men nú havi eg viðurkent, at tað gongur ikki, og tí letur Skarv aftur, sigur Siri Thorsteinsson. 

##med2##


Rak Skarv í 40 ár

 

Dánjal Petur Thorsteinsson fekk hugskotið til Skarv. Hann hevði siglt, men fekk ein skaða í ryggin, og tað hevði við sær, at hann mátti fara í land og finna sær okkurt annað.

 

– Eg hugsaði um, hvat eg skuldi fara at gera, og eg kom til, at eg vildi gera okkurt fyri føroyingar í Danmark, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson, sum nú er farin um áttati ár. Konan Kristin og hann búgva á Fjóni.

 

Hann yvirtók 15. august í 1974 eini høli í Pilestræde stutt frá Strøgnum mitt í Keypmannahavn. Hann brúki eitt hálvt ár um at umvæla og gera klárt, og 20 februar í 1975 lat Skarv upp.

 

Føroyingar høvdu gingið nógv á donsku Skipperkroen í Skindergade – sum eisini varð kallað Skarv millum føroyingar – men tá ið veruliga, føroyska Skarv lat upp, tóku føroyingar sera væl ímóti staðnum, sum hevur havt støðugt virksemi síðani.

 

Dánjal Pauli rak Skarv fram til 2015, tá ið dótturin Siri Thorsteinsson tók yvir og hevur rikið staðið síðani. Dánjal Pauli hevur tó fylgt við gongdini og latið eina hjálpandi hond av og á.

 

– Tað er vemodigt, at Skarv letur aftur, men eg haldi, at Siri hevur tikið rætta avgerð og kann fara víðari í lívinum. Eg helt á her á Skarv, til eg var 73 ára gamal, og eg havi sagt við hana, at hon skal ikki vera her, til hon verður 70, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson.

 

Leygarkvøldið verður seinasta kvøldið við skeinkistaðnum Skarv í Keypmannahavn, og tey gera nógv burtur úr hetta kvøldið. Millum klokkan 19 og 21 verður móttøka, og frá klokkan 21 verður live-tónleikur og tónleikur við DJ.

##med3##

 

 

 

Dánjal Petur Thorsteinsson stovnaði Skarv í 1975 og rak tað fram til 2015, tá ið dótturin Siri tók yvir. Leygarkvøldið siga tey bæði farvæl við Skarv

Dánjal Petur Thorsteinsson á Skarv í sjeyti árunum

Siri og Dánjal Petur uttanfyri kendu inngongdina til Skarv