Í morgin kann verkfallið missa megi

Nógv vøra er komin til landið, og arbeiðsgevarnir fara nú at gera sítt til at fáa samfelagið at virka sum vanligt

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, og blokaduvaktir við Norðskála

Í gjár skrivaði Føroya Arbeiðsgevarafelag til limir sínar um at útinna alt tað arbeiði, sum møguligt er í einum verkfalli. Hetta merkir sambært Vinnuhúsinum millum annað:

•    at limafyritøkur ikki skulu góðtaka ólógligar fysiskar blokadur

•    at tey starvsfólk, sum ikki eru í verkfalli, eru til arbeiðis sum vant, og loysa sínar vanligu uppgávur, í tann mun tað ber til.

•    at limafyritøkur ikki uttan víðari skulu góðtaka krøv ella treytir, sum arbeiðarafeløgini seta fyri at fáa undantøk frá verkfallinum ella frá blokadum.

Sum skilst merkir tað millum annað, at bensinstøðirnar kunnu lata uppaftur, og at vøra aftur verður at fáa í handlum, tí nógv vøra er komin heim til Føroya við farmaskipum.

Greitt er í øllum førum, at dagstovnarnir í Havn lata uppaftur í morgin, tí teir hava fingið undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum at verða vaskaðir.

Men eydnast semingsroyndin hjá semingsmanninum í dag, og partarnir skriva undir nýggjan sáttmála, so verður verkfallið avlýst.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, og blokaduvaktir við Norðskála