ÍF spælir fyri lívinum

Hjá NSÍ er dagsskráin at halda tørn um plássið, sum ber europeiska luttøku við sær

Síðsti dystur í 13. umfari er nú klokkan 16, tá ið ÍF fær vitjan av NSÍ.

 

Hjá NSÍ snýr tað seg um at hald tørn um fjórða plássið, sum kann bera europeiska luttøku næsta summar við sær. NSÍ er á fjórða plássi við 19 stigum. Tað eru tvey stig aftur til B36, og tað eru átta stig fram til KÍ.

 

Hjá ÍF er setningurin at spæla fyri lívinum í bestu deildini. Higartil hevur tað verið soltið hjá fuglfirðingum, sum hava trý stig fyri tríggjar javnleikir. 21. apríl vann NSÍ 4-2 í Fuglafirði. Hetta var dysturin, tá ið Jóan Pauli Jacobsen hevði ábyrgdina av ÍF liðnum, áðrenn Jákup Martin Joensen tók við sum venjari.

 

Hjá ÍF er miðvallarin Bogi Reinert-Petersen leikbannaður, og Ruben Møller-Nielsen og Kasper Sommerstedt eru skaddir.

 

Hjá NSÍ er Jasper Van Der Heyden ikki tøkur.