Ikki koyrandi á Vestmannavegnum

Landsverk boðar frá, at tað nú ikki er koyrandi á Vestmannavegnum.

 

Ávaring er framvegis um sera vánalig koyrilíkindir um Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarskarði, Vestmannavegnum, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum, um Norðadalsskarð, um Velbastasháls, á Syðradalsvegnum á Streymoynni og Brekkuni Stóru á Sandoynni.

– Heitt verður á bilførarar um at vísa stórt varsemi, skrivar Landsverk.