Illgruni var um bilførara sum koyrdi óstøðugt

Tað hendir meira enn so, at løgreglan fær fráboðanir frá fólki um, at bilførarar koyra óstøðugt, og at illgruni er um, at alt kanska ikki er, sum tað eigur.

 

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina slíka fráboðan. Talan var um ein bilførara, sum koyrdi á vegastrekkinum úr Leynatunlinum og oman gjøgnum Kollfjarðardal.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey, sum ringdu, søgdu, at bilførarin koyrdi óstøðugt á vegnum, og illgruni var tískil um, at hann kanska ikki var edrúur.

 

- Tá vit komu norður, var bilførarin farin inn á Effo-støðina í Kollafjarðardali, og her vísti tað seg, at alt var í lagi, og at bilførarin var edrúur.

 

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um ein bil, sum var uppsteðgaður í Norðoyatunlinum.

 

- Koplingin á bilinum var farin, men tað eydnaðist bilføraranum at koyra bilin út úr tunlinum - tó at tað tók sína tíð, visti løgreglan at siga í morgun.