Innrás fær USA at steðga bumbuveitingum

WASHINGTON D.C.: USA hevur fyribils steðga veiting av tilsamans 3500 bumbum til Ísrael.

Børn í Rafah síggjast her flyta ognur úr bumbaðu húsum teirra í gjár. WHO ávaraði leygardagin um, at tað fær álvarsligar avleiðinga, um Ísrael fremur eina hernaðaratsókn í Rafah. - Foto: Omar Naaman/Ritzau Scanpix

Tað hevur ein embætismaður hjá amerikonsku stjórnini upplýsti fyri amerikonsku tíðindastovuni AP.

Talan er um 1700 bumbur av slagnum Mark 82-slagnum, sum viga 225 kilo hvør, og 1800 bumbur av Mark 84-slagnum, sum viga 900 kilo hvør.

Embætismaðurin, sum sigur hetta, hevur treytað sær at verða ónevndur, men verður lýstur sum av tíðindastovuni sum »ein høgur embætismaður«.

Sambært embætismanninum stúrur amerikanska umsitingin fyri, at bumburnar verða brúktar í tættfólkaðum býarøkjum.

Boðini eru ikki váttað alment av amerikonsku myndugleikunum.

Fleiri enn ein millión palestinar hava leitað sær skjól í Rafah, ein lítil marknabýur á markinum millum Egyptaland og Gazageiran.

/ritzau/