Hon hevur sitið í fongsli síðan 2021, og tí vóru tað børn hennara, sum tóku ímóti friðarheiðurslønini í Oslo. - Eg fari ongantíð at gevast við stríðnum fyri demokratii, frælsi og javnrætti, sigur hon

Friðarheiðurslønarvinnari leyslatin í tríggjar vikur

Narges Mohammadi fekk friðarheiðursløn Nobels í 2023 fyri hennara arbeiðið móti kvinnukúgan og stríðnum fyri mannarættindum í Iran.

Hon hevur sitið í fongsli síðan 2021, og tí vóru tað børn hennara, sum tóku ímóti friðarheiðurslønini í Oslo. - Eg fari ongantíð at gevast við stríðnum fyri demokratii, frælsi og javnrætti, sigur hon

Narges Mohammadi, sum hevur sitið í fongsli í Iran síðan 2021, er í dag fyribils leyslatin í tríggjar vikur, og hetta er av heilsuligum ávum.

 

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga frá advokati hennara.

 

Advokaturin, Mostafa Nili, skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at leyslatingin kemur eftir, at friðarheiðurslønarvinnarin fyri trimum vikum síðan varð skorin fyri ein svull.

 

- Eftir ráðum frá lækna hevur ákærumyndugleikin mælt til, at Narges Mohammadi verður leyslatin í tríggjar vikur, sigur advokatur hennara.

 

Narges Mohammadi fekk friðarheiðursløn Nobels í 2023 fyri hennara arbeiðið móti kvinnukúgan og stríðnum fyri mannarættindum í Iran.

 

Hon hevur sitið í fongsli í Iran síðan 2021, og tí vóru tað børn hennara, Ali og Kiana Rahmani, sum tóku ímóti friðarheiðurslønini í Oslo í før.

 

- Eg fari ongantíð at gevast við stríðnum fyri demokratii, frælsi og javnrætti. Friðarheiðurslønin fer helst at gera meg enn meira málrættað, áhaldandi og vónríkari.

 

Soleiðis segði Narges Mohammadi við New York Times fyrr í heyst.

 

Iranska kvinnan er dømd í 31 ára fongsul og 154 koyrilsbrestir, og AFP veit at siga, at hon er vorðin fongslað 13 ferðir og dømd fimm ferðir.

 

Í dag er Narges Mohammadi so leyslatin í tríggjar vikur av heilsuligum orsøkum.

 

 

 

Hon hevur sitið í fongsli síðan 2021, og tí vóru tað børn hennara, sum tóku ímóti friðarheiðurslønini í Oslo. - Eg fari ongantíð at gevast við stríðnum fyri demokratii, frælsi og javnrætti, sigur hon