Samstundis, sum tosað verður um, at ein vápnahvíld millum Ísrael og Hizbollah er nær, fremur ísraelski herurin í løtuni ógvusligar bumbingar í forstøðunum kring libanska høvuðsstaðin, Beirut.
Seinnapartin í dag hevur Ísrael heitt á fólk kring Beirut um at rýma, veit tíðindastovan, Reuters, at siga, og orsøkin er, at ísraelski herurin fremur stórálop á Hizbollah-mál í økinum kring høvuðsstaðin.
Sambært Reuters hevur ísraelsk herurin lopið á fleiri mál samstundis. Hóast álopini, er stórur spenningur í dag um, hvussu verður við umrøddu vápnahvíldini millum stríðandi partarnar.
Uttanríkisráðharrin í Libanon, Abdallah Bou Habib, sigur seg vóna, at ein vápnahvíld fæst í lag einaferð í dag. Hann verður enntá endurgivin fyri at siga soleiðis:
- Vónandi fæst ein vápnahvíld í lag í kvøld, veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.