Ísraelski herurin (IDF) sigur á X, fyrrverandi Twitter, at vápnahvíldin millum Hizbollah í Libanon og Ísrael er brotin.
- Seinastu tímarnar hava vit funnið út av, at herfólk - í onkrum førum í akførum - eru komin til fleiri økir í syðra parti av Libanon.
IDF sigur á X, at hetta er brot á vápnahvíldina millum partarnar, og tí hevur verið skotið eftir herfólkunum um hesar leiðir.
Hizbollah sigur á sínari síðu, at ísraelski herurin hevur lopið á fólk, sum hava leitað sær heimaftur til syðra part av Libanon.
Tað var týsdagin, at Ísrael og Hizbollah gingu við til eina vápnahvíldaravtalu, sum skuldi koma í gildi klokkan 03 næst síðstu nátt.
Hetta upplýsti amerikanski forsetin, Joe Biden, týsdagin.
Frá klokkan 03 næst síðstu nátt at rokna skuldi ísraelski herurin stigvíst taka seg aftur úr økinum í syðra parti av Libanon yvir teir næstu 60 dagarnar.