Jan Restorff og Søllerød Kro vinna »The Nordic Prize«

Søllerød Kro, sum havnarmaðurin Jan Restorff stjórnar, varð í kvøld kosin »Ársins matstova í Norðanlondum 2018«.

Heiðurin fekk matstovan á einum hátíðarhaldi á Restaurant Arakataka í Oslo í kvøld. Tað var Bent Christensen, maðurin handan »Den danske Spiseguide«, sum í 2009 stovnaði viðrislønina, sum nú er latin fyri 10. ferð.

Fyrsti vinnarin var Noma, og í fjør fekk føroyska Michelin matstovan Koks heiðurin.

Søllerød Kro vann í harðari kapping við Frantzén úr Stokkhólm, Maaemo úr Oslo, Grön úr Helsinki og Óx úr Reykjavík.

Tað var Leif Friis Jørgensen frá høvuðsstuðlinum Naturmælk í Danmark, sum handaði virðislønina.

Jan Restorff er sum vera man sera fegin um heiðurin:

– Eg eri takksamur og errin av at fáa tillutaða hesa virðisløn. Bæði Franzen og Maemo hava tríggjar Michelin stjørnur, og teimum hava vit kappast ímóti. Dómarapanelið hevur vitjað allar tær fimm tilnevndu matstovurnar og mett okkara ta bestu. Tað er heilt fantastiskt fyri okkum á krónni og eitt stórt herðaklapp, eingin nevndur eingin gloymdur, sigur Jan Restorff í stuttari viðmerking.

##med2##