Demokratiski viljin hjá Føroya fólki verður umboðaður av løgtinginum og landsstýrinum. Tær avgerðir, sum verða tiknar har, virðir Javnaðarflokkurin. Eisini tá vit eru rúkandi ósamd í avgerðunum.
Ti fer umboðið hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi ikki at arbeiða ímóti løgtinginum og landsstýrinum ella at leggja innlendis ósemjur á blik.
Okkara umboðan á fólkatingi hevur ikki - og fer heldur ikki - bara at arbeiða fyri Javnaðarflokkin, men fyri allar føroyingar.
Tá vit hava eina fólkatingsumboðan, sum virðing stendur um, og sum talar Føroya søk í breiðastu merking, so ber til at fáa samstarv í lag. Hetta er fortreytin fyri at fáa nakað burtur úr sessinum. Og tað hevur eydnast væl hjá Javnaðarflokkinum. Eg kann nevna nøkur dømi úr rúgvuni:
Dupultur skattur
Í áravís hava túsundtals føroyingar togast við danskar myndugleikar fyri at fáa alla sína pensjón. Fólk hava av órøttum goldið skatt í Danmark og ikki fingið sínar pengar aftur uttan drúgt stríð. Hjá mongum hevur tað verið ein marra. Vit hava tikið málið upp í samráð við m.a. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarføðingar, og framyvir verða skattafrítøkur automatiskt skrásettar í donsku skipanini.
Hetta er ein stórur lætti hjá teimum túsundtals føroyingum, sum hava sína pensjón í Danmark.
Prædikur
Til tess at steðga islamistiskari radikalisering í donskum moskum, ætlaði stjórnin, at allar prædikur á fremmandum máli í Danmark skuldu umsetast til danskt. Eisini føroyskar prædikur. Hetta kundi Javnaðarflokkurin als ikki góðtaka. Ætlanin varð slept eftir góðan dialog við stjórnina og í tøttum samstarvi við Eliaskirkjuna og Kristnastovu.
Hetta var ein stórur lætti hjá føroyskum kirkjum og samkomum í Danmark.
Listaframsýningar í Danmark
Ein sokallað ”trygdarveðseting” fyri fyribils innflutningi av list til framsýningar hevur gjørt tað sera tvørligt hjá føroyskum listafólki at sýna fram í Danmark. Javnaðarflokkurin hevur eftir áheitan frá listafólki virkað fyri at fáa kravið tikið burtur. Tað eydnaðist fyrr í ár.
Møguleikin hjá føroyskum listafólki at sýna fram í Danmark er nú nógv lættari. Ert tú áhuga/áhugaður at lesa um fleiri av avbjóðingunum hjá føroyingum, sum vit hava loyst á fólkatingi, so kanst tú lesa meira her: https://www.j.fo/Files/Files/faldari-sept-2022.pdf
Vit halda fram
Um veljarin sýnir okkum álit á valdegnum, so fara vit at røkja sessin á sama hátt sum higartil. Vit fara ikki draga innanhýsis ósemjur í Føroyum niður á Fólkating. Á fólkatingi fara vit sum demokratiskur flokkur at virða avgerðirnar, sum løgting og landsstýrið taka. Samd ella ósamd. Tí tað er í Føroyum, at avgerðirnar skulu takast.
Á fólkatingi fara vit tí áhaldandi at stremba eftir ítøkiligum úrslitum og loysa avbjóðingar, sum føroyingar hava í gerandisdegnum. Og vit fara at arbeiða fyri allar føroyingar.
Gott val øll somul.
Aksel V. Johannesen,
formaður í Javnaðarflokkinum