Javnt og burðadygt samfelag krevur ein sterkan hægri granskingar- og lærustovn!

Føroyar vóru framskygdar í 1584, tá teir byrjaðu at skráseta grind, sum leggur beinini í Føroyum. Hesi hagtølini, sum ganga søguliga langt aftur í tíðina, hava gjørt tað møguligt fyri Føroyar at vísa á, at føroyska grindaveiðan er burðardygg.

 

 

 

Megd vísir í einum uppslagi á, at uttan hagtøl og gransking, er ilt at vita um t.d. allir borgarar í Føroyum fáa nøktandi vælferð. Hesum taki eg heilt undir við, og havi hug at leggja afturat, at tað er ilt at gera hóskandi skipanir og mannagongdir, um vitanin um tey føroysku viðurskiftini ikki verða innsavnað ella viðgjørd á vísindaligan hátt. Eitt annað dømi kundi verið t.d. sjófuglaveiðan í Føroyum – tað ber ikki til at úttala seg um, hvørt hendan veiða er burðadygg ella ei, tá ongin tøl fyri veiðuna verða miðvíst innsavnað.

 

 

 

Fróðskapasetur Føroyar hevur júst víst á góðu gongdina innan føroyska gransking síðstu árini. Men nú er alneyðugt at halda fast og koyra á, so vit ikki missa fleiri av okkara nýggju og óføru granskarum vegna manglandi størv til teirra at granska víðari í Føroyum. Okkara grannalond, tað almenna og privata tilsamans, nýta 2-3% av BTÚ til gransking, og vit í Føroyum eru langt frá tí. Tað gera okkara grannalond, tí tað hevur víst seg at muna og løna seg – samstundis, sum tað fremur og mennir samfelagið.

 

 

 

Tað eru bara vit í Føroyum, sum kunnu skipa miðvísa gransking av føroyskum viðurskiftum – sum taka støði í føroyska tørvinum. Velur tú meg, vil eg virka fyri at styrkja Fróðskapasetur Føroyar, eins og aðrar føroyskar granskingar- og hagtalsstovnar og menna skipanir, sum gera tað meira áhugavert fyri kommunur, stovnar og fyritøkur at raðfesta og seta orku í gransking.

 

 

 

Helga Bára Mohr Vang,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin