Landssjúkrahúsið skrivar soleiðis á facebook:
Jeaneth Løkjá er júst vorðin liðug við 4 ½ ára serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hon hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Jeaneth Løkjá hevur ávikavist verið í viðtaluni hjá Jónu Hansen, sum tá var í Miðlon, hjá Sten Larsen, somuleiðis í Suðurstreymoyar læknadømi og nú seinasta árið hevur hon verið hjá Djóna Joensen, kommunulækna í Vestmanna læknadømi.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Næsti læknin í ár verður liðugur 1. november.
Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.
Á myndini eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, Jeaneth Løkjá, serlækni í almennum medisini, Turið Holm Johannesen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini í Føroyum og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya.