Alsou Kurmasheva arbeiðir fyri Radio Free Europe/Radio Liberty (RFE/RL), sum er fíggjað av USA.
Sambært AP kallar Stephen Capus, leiðari fyri Radio Free Europe/Radio Liberty, dómin "eina háðan ímóti rættartrygdini".
Hon hevur verið í varðhaldi í russiska økinum Tatarstan síðani 18. oktober 2023.
Hon varð í fyrsta umfari funnin sekur í ikki at vísa, at hon hevur amerikanskt pass. Tað skalt tú í Russlandi.
Hon hevur síðani ikki megnað at skrásett seg sum "útlendskur agentur", sum Russland krevur av útlendskum miðlum.
Hon noktar seg seka.
/ritzau/Reuters