Kambur fingið sjógv: Bjarging er í gongd

- Soleiðis, sum vit skilja støðuna beint nú, er tyrlan í holt við at bjarga manningini av skipinum, sigur vaktleiðarin.

 

- Vit hava í løtuni eina bjarging einar 15 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Tað er frystilínuskipið Kambur, sum hevur fingið ein sjógv.

 

Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini beint nú.

 

- Vit fingu boð um, at skipið hevði fingið ein sjógv klokkan 07.50. 16 mans eru við skipinum, og bjargingartyrla og onnur skip eru á leiðini.

 

Vaktleiðarin sigur seg ikki vita, hvussu støðan er hjá skipi og manning beint í løtuni.

 

- Soleiðis, sum vit skilja støðuna, er tyrlan í holt við at bjarga manningini av skipinum, leggur vaktleiðarin aftrat.