Kannar um skipasmiðja kann tæna russiskum skuggaflota og sjóverjuni

Skip frá donsku sjóverjuni fáa tænastu á donskum skipasmiðjum lið um lið við skip, sum stuðla russiska krígsbúskapinum.

Her er fregattin "Esbern Snare" hjá sjóverjuni til umvæling á Fayard í 2013. Mynd: Verjusavnið. - Mynd: Forsvarsgalleriet/Free

Skip hjá donsku sjóverjuni fáa tænastu á danskari skipasmiðju, sum eisini tænir skipum úr russiska skuggaflotanum, sum stuðlar russiska krígsbúskapinum.

Men Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, vil kanna, um tað kann halda fram og hevur biðið Forsvarets Materiel og Indkøbsstyrelse (FMI) um at gera tað. Hann svarar tó ikki greitt, um hann sær nakrar trygdartrupulleikar í tí.

- Eg havi nú biðið um eina útmelding viðvíkjandi, um nakrar avbjóðingar eru í mun til rammusáttmálan, sum FMI hevur við viðkomandi skipasmiðju.

- Tað er ikki so, at eg havi nakra vitan um tað, men tað er greitt, at eg havi biðið um eina frágreiðing um tað málið, sigur hann.

Tað er danska familjuskipasmiðjan Fayard, sum í Odense havn hevur gjørt arbeiði fyri gassskip, sum stuðla Russlandi, sum hevur ført kríggj móti Ukraina í trý ár.

Hvønn dag sigla sltin tangaskip úr russiska skuggaflotanum gjøgnum danskan sjógv við russiskari olju fyri fleiri hundrað milliónir krónur. Tey sleppa undan revsitiltøkum, tí teir sigla undir fremmandum flaggi við ógjøgnumskygdum ognarskapi.

Oljuútflutningurin fíggjar stríðið í Russlandi og skapar ótta fyri umhvørvisvanlukkum, tí skipini eru gomul og undirtryggjað. Okkurt skip hevur fingið revsitiltøk, men tað hevur meirilutin ikki enn, og tí bróta danskar fyritøkur ikki lógina við at umvæla tey.

Sambært donsku stjórnini skal trupulleikin loysast í ES-samanhangi. Men hon hevur gjørt avtalu við sameind lond um at seta seg í samband við illgrunaverd skip fyri at kanna teirra tryggingar. Skip, sum nokta ella sigla undan, verða skrásett.

Spurningurin er, hvussu danski verjumálaráðharrin metir, at sjóverjan og skuggaflotin fáa tænastu á sama stað á danskari skipasmiðju, og um nakrir trygdartrupulleikar eru við hesum.

- Eg taki sjálvandi alt málið um okkara trygd í álvara, bæði tjóðartrygd, men eisini har okkara førleikar hava tørv á at verða serviseraðir. Og tað er eisini orsøkin til, at eg nú havi biðið um frágreiðing, sigur hann.

Í september 2024 segði FMI við Ekstra Bladet, at skipasmiðjan ikki hevði "brotið lógir og reglur" við at tæna sjóverjuni og skuggaflotanum.

Men í síðstu viku segði stjórnin við Ritzau, at málið skal kannast, eftir at hevði fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum. Troels Lund Poulsen leggur einki í.

- Soleiðis er tað bara. Hetta orðaskiftið, í mun til, hvør okkara trygdarpolitiska støða er, mennist áhaldandi, og tí haldi eg eisini, at tað er neyðugt nú at fáa eina frágreiðing um hetta málið, sigur hann.

Troels Lund Poulsen sigur seg vilja hava skjóta avkláring upp á hetta málið uttan at útgreina, hvussu skjótt.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, hevur áður kallað tað púra óskiljandi, at nakrar danskar skipasmiðjur tæna russiska skuggaflotanum. Men verjumálaráðharrin er meira varin í sínum útsøgnum.

- Eg vil ikki skemma fyritøkur. Eg haldi, at tú sum fyritøka mást hugsa nógv um, hvussu og hvar tú tjenar tínar pengar. Men tað er eisini umráðandi at leggja dent á, at hetta ikki er undir revsitiltøkum, sigur hann.

 

/Ritzau/

 

Her er fregattin "Esbern Snare" hjá sjóverjuni til umvæling á Fayard í 2013. Mynd: Verjusavnið. - Mynd: Forsvarsgalleriet/Free