Føroyska loysnin við Eyðuni Klakstein sum høvuðsvenjara og Atla Gregersen sum hjálparvenjara er enn á borðinum, nú starvsnevndin í Fótbóltssambandinum í dag hevur fund um at seta nýggja venjaran

Kanska nýggjur landsliðsvenjarin í dag

Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur fund í dag um at seta nýggjan venjara manslandsliðnum

Føroyska loysnin við Eyðuni Klakstein sum høvuðsvenjara og Atla Gregersen sum hjálparvenjara er enn á borðinum, nú starvsnevndin í Fótbóltssambandinum í dag hevur fund um at seta nýggja venjaran

– Tað verður ein av fyrstu døgum.

 

Tað er stutta svarið frá Christian Andreasen, formanni í Fótbóltssambandinum, tá vit spyrja hann, nær greitt er, hvør verður nýggjur landsliðsvenjari.

 

Higartil hevur starvsnevndin havt ein fund, og tey hava fund aftur í dag, sigur Christian Andreasen, sum samstundis váttar, at tað eru 2-3 nøvn, sum tey skulu velja ímillum. Og hann váttar eisini, at føroyskt navn er millum tey 2-3 aktuellu nøvnini.

 

Tað merkir, at møguleikin fyri eini føroyskari loysn enn er á borðinum, og tann loysnin er Eyðun Klakstein við Atla Gregersen sum hjálparvenjara, sum er upp á tal.

 

Tað var tann 16. oktober, at Fótbóltssambandið boðaði frá, at avtala varð gjørd við A-landsliðsvenjaran hjá monnum, Håkan Ericson, um at enda samstarvið.

 

Síðani vóru boð eftir U-21 venjaratoyminum, Eyðuni Klakstein við Atla Gregersen sum hjálparvenjara, at taka sær av teimum báðum dystunum ímóti Armenia í Jerevan 14. november og ímóti Norðurmakedonia 17. november, har teir vunnu tann fyrra og taptu tann seinna dystin.

 

Landsliðsvenjarar 1988-2024

 

 

Navn

 
 

Tíðarskeið

 
 

Dystir (V-J-T)

 
 

Páll Guðlaugsson (Ísland)

 
 

1988-1993

 
 

25 (2-3-20)

 
 

Jóhan Nielsen (Føroyar)

 
 

1993

 
 

1* (0-0-1)

 
 

Jógvan Norðbúð (Føroyar)

 
 

1993

 
 

1* (0-0-1)

 
 

Allan Simonsen (Danmark)

 
 

1994-2001

 
 

52 (8-7-37)

 
 

Jógvan Martin Olsen (Føroyar)

 
 

2002 / 2006-2008

 
 

22 (1-1-20)

 
 

Henrik Larsen (Danmark)

 
 

2002-2005

 
 

24 (4-2-18)

 
 

Heðin Askham (Føroyar)

 
 

2009

 
 

1 (1-0-0)

 
 

Brian Kerr (Írland)

 
 

2009-2011

 
 

19 (2-2-15)

 
 

Lars Olsen (Danmark)

 
 

2012-2019

 
 

54 (9-7-38)

 
 

Håkan Ericson (Svøríki)

 
 

2020-2024

 
 

48 (9-13-26)

 
 

Eyðun Klakstein (Føroyar)

 
 

2024

 
 

2 (1-0-1)

 

 

Jóhan Nielsen og Jógvan Norðbúð stóðu í felag á odda fyri A-landsliðnum, tá Føroyar og Rumenia hittust í HM-undankappingardysti á Svangaskarði tann 8. september í 1993

 

Dagført 19. november 2024

 

Føroyska loysnin við Eyðuni Klakstein sum høvuðsvenjara og Atla Gregersen sum hjálparvenjara er enn á borðinum, nú starvsnevndin í Fótbóltssambandinum í dag hevur fund um at seta nýggja venjaran