Ivan Hentze Niclasen stjóri í Kringvarpi Føroya boðaði fyrr í kvøld frá, at nýggjur tíðindaleiðari er settur í Kringvarpinum.
Kringvarpstjórin sigur soleiðis:
Tað er ein journalistur við drúgvum royndum, sum tekur við sum tíðindaleiðari í KVF.
Katrin hevur lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus. Á yrkisleiðini hevur hon m.a. starvast á Dimmalætting og sum fríyrkisjournalistur. Eisini hevur hon verið leiðari á Visit Sandoy.
Seinnu árini hevur hon arbeitt sum sjálvstøðugur kunningarráðgevi og samskipari og hevur m.a. verið samskiftisráðgevi fyri Umhvørvisstovuna og Tjóðveldi.
Spennandi uppgávur fyri framman
Kringvarpið leggur seg alt meira eftir at menna tilboð til talgildu pallarnar. Samstundis skal fokus alla tíðina vera á at menna kritiska journalistikkin og perspektiverandi orðaskiftið millum partar í samfelagnum, soleiðis at bólkar ikki kenna seg gloymdar.
Tíðindadeilin í KVF er størsta journalistiska arbeiðsplássið í landinum. Har starvast um 20 tíðindafólk umframt framleiðarar, fotografar og grafikarar. Deildin ger tilfar til útvarp, sjónvarp og net.
Katrin tekur við sum tíðindaleiðari eftir Georg L. Petersen, sum segði seg úr starvi. Georg starvast nú sum journalistur á tíðindadeildini í KVF, men er virkandi tíðindaleiðari, til Katrin tekur við. Katrin Petersen tekur við starvinum 1. januar.
Fimm umsóknir vóru til starvið, sigur Ivan Hentze Niclasen stjóri í Kringvarpi Føroya.