Eg eiti Rúna Wenningsted Hansen eg eri 40 ár.
Eg eri dóttir Mads Andrias, vanliga nevndur Basa og Katrin Hansen.
Ættarbondini eru víða um í Føroya landi, nógv eru tey í Vágunum, nøkur í eysturoynni, fleiri í miðstaðnum og eitt sindur runt um alt landi.
Tað sigst at tá man er av Lava slagnum, so dugir man vid pengum, hettar man fara at passa!
Mínir barnaskógvar havi eg sliti í Skopun, míni ungdómsár runnu á Sandoynni og í Havnini.
Giftist sum 20 ára gomul, og flutti til Suðriar, tá eg var 24 ár, var eg einlig við tveimum børnum, tó so hevði eg fulttíðar starv, og fekk hjálp frá ommu og abba í nær umhvørvinum.
Eg var útbúgvin sølufólk í 2003, so í 2011 valdi eg at fara undir heilsurøktarútbúgvingina. Hettar var fyri meg ein stór avgerð, praktiskt var tað ein avbjóðing, tí vit skuldu flyta 3 hvønn mðr. og fíggjarliga var tad ein avbjóðing, men tað bar til, dirvi var har og baklandi var gott.
Í 2013 fekk eg mítt triðja barn og flutti eg tá saman við Bjarna Johansen, vit keyptu hús í Vági, tað vil siga, eg havi valt suðuroynna til tvær ferðir, saman við teimum avbjódingum sum eru, suðuroyggjin hevur bara í alt so ótrúliga nógv gott at bjóða.
Síðan hava vit fingið tvey børn aftrat.
At liva saman við einum borgarstjóra, tað hevdi eg ikki roynt fyrrenn fyri tveimum árum síðan. Bjarni var uppstilladur fyri javnaðarflokkin og valdur Borgarstjóri. Hann ger eitt megnar arbeiði hvønn dag sum borgarstjóri. Hann er ein fyrimyndarligur pápi, eitt hjálpsamur sonur og svigersonur, og ikki minst ein fantastiskur maki.
Tað hevur aldrin veri ein spurningur hvørt vit eru javnaðarfólk ella fólkaflóksfólk, kirkjufólk ella hoyrandi til hvítusunnusamkomuna, hettar er jú nakað vit bara eru, av natúr!
Vit hava lagt okkum eftir at uppdraga børnini væl, við viðring fyri hvør øðrum, óansæd hvat politisk ella átrúnarliga meining ein hevur, vit eru menniskju og hava okkara rætt til at verða tey vit eru. Tað er umráðandi at folk kenna seg virðismet í okkara selskapi.
Eg brúki nokkso nógv av míni frítíð til virksemi hjá børnunum, taki aktivan lut í teimum felagskapum tey eru knýtt at. Hettar gevur mær so ótrúliga nógv, og eg kann brúka tær gávur eg havi fingið.
Undirhald er eisini ein stórur partur av tí eg brúki frítíðina til, har standi eg dagliga í teirri støðu at eg skal umhugsa míni mørk, mørkini hjá øðrum og alt har ímillum. Avbjóðandi, spennandi og ikki minst mennandi.
Við ynskjum at tit øll fara á val og velja eftir bestu sannføring.
Veri góð við hvønn annan, viðri hvønn annan.
Valevni hjá Fólkaflokkinum
X við Rúna Wenningsted Hansen