Keypmannahavn var fyri stórtapi í steypakappingini

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn stóðu ikki Odense kurl

Í kvøld leiktu landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Keypmannahavn fjórðingsfinalu í donsku steypakappingini, ið eisini er kend undir navninum Santander Cup.

 

Keypmannahavn hevði torføran útidyst móti Odense, ið var risastórur favorittar hjá veddingarfyritøkunum.

 

Odense vann eisini ein greiðan 35-25 sigur. Í fyrra hálvleiki var Keypmannahavn væl við, og í steðginum var Odense bert á odda 15-13. Í seinna hálvleiki sýndist tó munurin.

 

Pernille skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og vann liðnum eitt brotskast.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 spæla Jana Mittún og liðfelagar hennara í Viborg fjórðingsfinalu í steypakappingini á útivølli móti Silkeborg-Voel. Viborg er favorittur hjá veddingarfyritøkunum.