Kvøldið undan lykladystinum ímóti HB í Gundadali í morgin boðar KÍ frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við miðverjan Jákup N. Vilhelmsen.
30. januar fylti Jákup N. Vilhelmsen 20 ár. Hann hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið í Klaksvík, og hann var fyrstu ferð á besta liðnum 29. mai í fjør, tá ið KÍ vann 7-1 í Fuglafirði, og Jákup varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir.
Higartil í ár hevur hann verið tvær ferðir á besta liðnum. Í dag var hann á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ í 1. deild tapti 3-1 á heimavølli ímóti B36. Hann verður í hópinum, tá ið besta KÍ liðið í morgin fer at spæla í Gundadali ímóti HB, men hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu.
Jákup N. Vilhelmsen hevur spælt á øllum teimum yngru landsliðunum, og í fjør var hann við í tveimum U-21 landsdystum.
KÍ sigur millum annað soleiðis í kvøld um Jákup N. Vilhelmsen:
-Jákup N. Vilhelmsen er ikki bangin fyri at traðka á vøllin, og hvørja ferð er tað 100%. Hann er sterkur og hevur ramúr góðan vinstra fót, sum kemur væl við í verjuni.
Og venjarin Haakon Lunov leggur aftrat:
- Við 2 ára sáttmála, harðari og miðvísari venjing vænta vit, at Jákup í framtíðini verður ein av berandi lyklaleikarunum á besta mansliðnum.