Kommunufelagið hevur skipað seg

Allir 29 borgarstjórarnir hittust í dag á skipanarfundi

Hetta var fyrsti skipanarfundur, eftir at nýggju viðtøkurnar hjá felagnum komu í gildi á nýggjárinum. Á skránni var val av formansskapi og val av starvsnevndum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Barnaverndarstovu Føroya.

 

Valið av formansskapi og øðrum álitissessum í felagnum fór fyri fyrstu ferð fram millum allar 29 borgarstjórar í landinum. Hetta er ein munandi broyting í mun til teir 13 borgarstjórarnar, sum til á nýggjárinum myndaðu formligu leiðsluna í felagnum.

 

Valið fór fram á skipanarfundi, sum varð hildin fyrrapartin í dag á Hotel Hilton. Veljast skuldi til formansskapin í felagnum, starvsnevndina í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og starvsnevndina í Barnaverndarstovu Føroya. Í felagnum er somuleiðis ein starvsbólkur av kommunuskrivarum og -stjórum, sum fyrireikar borgarsjórafundirnar, og sum skipanarfundurin skuldi velja forfólk til.

 

Úrslitið av valinum gjørdist hetta:

 

- Nevndin í Kommunufelagnum:

 

Forfólk: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu

 

Næstforfólk: Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

 

Limir:

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

 

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu

 

- Umboð í starvsnevndina fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:

 

Forfólk: Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu

 

Næstforfólk: Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu

 

Limur: Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

 

Harumframt velja ávikavist SEV og IRF hvør sítt umboð í nevndina

 

- Starvsnevndin fyri Barnaverndarstova Føroya:

 

Forfólk: Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

 

Næstforfólk: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu

 

Limur: Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu

 

- Starvsbólkur:

 

Forfólk: Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu

 

Tórbjørn Jacobsen, Per Martin Gregersen og Eyð Ellingsgaard mynda samstundis Samstarvsráðið í Kommunufelagnum, sum eftir nýggju viðtøkunum skal hittast javnan at umrøða mál av felags áhuga.

 

 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Nevndin fyri Kommunufelagið: Tórbjørn Jacobsen, formaður, Sára Jógvansdóttir, limur, Karl Johansen, limur, Elsa Berg, næstforfólk og Kristin Michelsen, limur.

Starvsnevndin fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: Bjarni Prior, næstforfólk, Súni í Hjøllum, limur, og Per Martin Gregersen, forfólk. Harumframt vejla SEV og IRF hvør sítt umboð - hesi bæði eru ikki á myndini

Starvsnevnd fyri Barnaverndarstovu Føroya: Hans Anders Jacobsen, næstforfólk, Eyð Ellingsgaard, forfólk og Kristian Oskar Henriksen, limur.