KOMMUNURNAR UNDIR LUPPIN!

Uppgávur fyri slakar 400 milliónir uttan alment útboð!

Undir yvirskriftini “kommunurnar undir luppin” skrivar Frihedsbrevet áhugaverda grein um alment útboð hjá Tórshavnar kommunu. Tey hava biðið um innlit í fleiri verkætlanir hjá Tórshavnar kommunu og kunnu staðfesta, at fleiri stórir sáttmálar eru undirskrivaðir við byggiharrar - uttan um alment útboð.

Landsstýrismaðurin, ið varðar av kommunumálum, varð fyrr í ár spurdur. Hann er endurgivin fyri at siga: “Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær hvørja uppgávu”.

Sjálvt um vit øll hava hoyrt ymiskt um hesi viðurskifti, hava vit eina avmarkaða vitan um, hvussu tað hevur gingið fyri seg. Tað kann als ikki góðtakast, at arbeiði og uppgávur fyri so stórar upphæddir ikki eru bodnar út – og at so stórur ivi kann reisast um, hvørt kommunan viðger fólk ymiskt og umsitur peningin rætt, ið vit øll gjalda til okkara felags kassa.

Havi áður skrivað greinar um vantandi útboð hjá Tórshavnar kommunu, og søgurnar hjá Frihedsbrevet seta hetta álvarsmál fyri vinnu og borgarar veruliga fram á torg.

ÓGEGNI OG VANTANDI GJØGNUMSKYGNI

Eg stilli upp, tí eg brenni fyri gera mun fyri fólk og vinnu og tey fjølbroyttu plássini í kommununi. Og eg stilli eisini upp tí eg vil hava eina kommunu, har alt kann leggjast undir luppin. Persónlig sambond - vinskapur ella óvinskapur millum politikarar, vinnulív ella borgarar, má og skal ongantíð avgera, hvør fær loyvi at selja til kommuna ella at gera arbeiðir fyri kommuna – ella fær tænastur frá kommununi.

Skattgjaldarans peningur skal umsitast við fyriliti og virðing. Og øll skulu hava somu rættindi til at virka, velja og njóta tænastur frá kommununi.

Vit skulu sleppa undan avgerðum, ið ikki tola at verða lagdar undir luppin, og vit skulu skapa fult gjøgnumskygni og álit á okkara kommunu.

12. november hava vit øll møguleika at nýta okkara demokratiska rætt til at siga okkara meining um hvat vit vilja. Skal skattgjaldarans peningur umsitast á ein forsvarligan hátt aftur, so má skiftast út á Vaglinum – annars fáa vit bara meiri av tí sama!

Gunnar Djurhuus

Valevni á Lista E

Fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu