Kongur og prinsur møtast í kvøld

EM24: Tað er Cristiano Ronaldo móti Kylian Mbappé í kvøld

Í dag verða tvær tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum, sum er í Týsklandi. Í báðum førum er talan um stórdyst. Klokkan 17 spæla Spania og Týskland, og í kvøld spæla Frakland og Portugal. Her upptakin til dystin millum Portugal og Frakland.

 

Portugal – Frakland (20.00)

 

Leikvøllur: Volksparkstadion, Hamborg

 

Dómari: Michael Oliver

 

Sjónvarp: KVF/DR1

 

Cristiano Ronaldo hevur framvegis ikki skorað í EM-endaspælinum. Hann umsetti tó eitt brotsspark í brotssparkskappingini móti Slovenia. Cristiano Ronaldo var í fleiri á kongur í Madrid, har hann skoraði mál í rúgvuvís.

 

Í dag minnur hann mest um eina gamla løvu, sum við sínum seinasta brøli roynir at halda fast í styrkini frá gomlum døgum. Hann bleiv avsettur til avgerandi dystirnir í HM-endaspælinum í Katar. Tað kostaði venjaranum starvið. Einki bendir á, at Robert Martinez ætlar at gera tað sama.

 

Hinumegin miðstrikuna stendur nýggi prinsurin í Madrid. Kylian Mbappé hevur loksins skift til Real Mardid, har vónin er at hann verður tann nýggi kongurin. Frakland er millum favorittarnar at vinna EM og hava nakað at hevna frá 2016, tá Portugal vann finaluna í Frakland móti vertunum.

 

Hóast tað verða fleiri spælarar í heimsflokki á vøllinum í kvøld, so eru fleiri viðmerkjarar skeptiskir, tá tað kemur til undirhaldsvirðið. Hvørki Fraklan della Portugal hava rakt tónan higartil. Fleiri veddingarfyritøkur leggja eisini upp til at spæla upp á fá mál í dystinum.

 

Vónandi verður hetta ikki tilfeldið, tí slíkum dystum hava vit fingið nokk av.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Portugal: Diogo Costa; Cancelo, Rúben Dias, Pepe, Nuno Mendes; Palhinha, Vitinha, Bruno Fernandes; Rafael Leão, Ronaldo, Bernardo Silva

 

France: Maignan; Koundé, Saliba, Upamecano, Hernández; Kanté, Tchouameni, Griezmann; Dembélé, Thuram, Mbappé

 

Leikbann: Rabiot