Í annaðkvøld, sunnukvøldið fer Bárður á pall í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn við væl mannaðum tónleikabólki og
kórsangarum. Umframt sítt egna tilfar, so fer Bárður eisini at framføra sangir hjá Lenoard Cohen
við týðingum eftir Niels Midjord og Alexandur Kristiansen.
Í februar 2020 gav Bárður fyrstu – og higartil einastu – solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins
dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður
sjálvsagt eisini at framføra fleiri av hesum sangunum. Nýggjari sangir vera eisini at hoyra.
Bárður hevur fingist nógv við tónleik heilt frá barnsbeini og hevur luttikið bæði sum sangari og
sangskrivari á fleiri fløguútgávum. Í arbeiði sínum sum lærari hevur hann m.a. eisini skrivað, týtt og
pallsett fleiri størri sangleikir.
Konsertin í Reinsarínum byrjar klokkan 20, og atgongumerki fáast á torsgota.fo.