Konsert við Schubert

Í ár eru liðin 200 ár síðan kenda oktettin varð skrivað. Og 11. mai kanst tú uppliva verkið í Auluni í Finsen

Á hesari konsertini spæla tveir tónleikarar úr London Symphony Orchestra saman við seks føroyskum tónleikarum. Á skránni er oktettin eftir Franz Schubert, ið verður mett sum eitt tað týdningarmesta kamartónleikaverkið úr romantiska tíðaskeiðnum.

 

Tónleikarar:

 

Chris Richards, klarinett

 

Joost Bosdijk, fagott

 

Niklas K. Mouritsen, horn

 

Heiðrun Petersen, violin

 

Jón Festirstein, violin

 

Angelika Hansen, viola

 

Kristina á Váli, sello

 

Andrias V. Poulsen, bass

 


Í 1824 var Franz Schubert 27 ára gamal og hevði bert fýra ár eftir at liva. Árini frammanundan hevði hann upplivað eitt slag av skapanarkreppu. Hann hevði roynt seg sum operatónaskald – uttan stórvegis eydnu. Og fleiri av verkum hansara vóru løgd til viks, áðrenn tey gjørdust liðug. Kendasta dømið er hin ófullfíggjaða symfoniin, sum varð skrivað í 1822.


Schubert hevði ovurstóra virðing fyri Beethoven. Hetta elvdi til, at hann viðhvørt ivaðist í egnum mátti og førleikum. Men í februar 1824 sýnist hann at hava vunnið á ivanum. Eftir stuttari tíð skrivaði hann eitt stórt kamar-tónleikaverk í seks satsum fyri klarinett, fagott, horn, tvær violinir, viola, sello og kontrabass.

Schubert skrivaði sjálvur í brævi: ”á henda hátt vil eg bróta mær slóð fram at teirri stóru symfoniini”


Konsertin er fingin í lag við altjóða kamartónleikastevnuna Endurljóð og er í 55 minuttir.

 

 

 

Atgongumerki fáast á torsgota.fo