Í dag er val til undirhúsið í Stóra Bretlandi og sambært øllum kanningum fer bretski arbeiðaraflokkurin, Labour, at fáa besta valið í fleiri áratíggju – betri enn valið í 1997, tá ið flokkurin við Tony Blair á odda vann stórsigur – og kanska størsta meirilutan síðani 1832.
Sambært bretsku kanningarstovuni Survation, so verður Konservativi flokkurin snøgt sagt smurdur av í dag og tódnar úr 349 niður í 64 tingsessir, meðan bretski arbeiðararflokkurin, Labour, fær 485 tingsessir. 650 tingsessir eru í bretska undirhúsinum, og tí fær Labour ein heilt trivaligan meiriluta.
Ójavnt val orsaka av valskipanini
Hóast Labour sær út til at fáa 485 tingsessir, so fær flokkurin bert 37,6% av atkvøðunum. Tað er minni enn flokkurin fekk í 2017 við Jeremy Corbyn á odda. Tá fekk flokkurin 40% av atkvøðunum, men tapti kortini. Konservativi flokkurin fær 19,9% av atkvøðunum, Reform UK (sum fyrr æt Brexit Party) – sum stillar upp við tí umstrídda Nigel Farage á odda – fær 17%, Liberalu demokratarnir fáa 12,1% og Grøni flokkurin 7,2%. Val er eisini í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi.
Orsøkin til stóra ósamsvarið millum atkvøðutal og tingsesssir er serliga valskipanin í Bretlandi. Í Bretlandi eru líka nógv valdømi sum tingsessir, og tí er samlaða atkvøðutali ikki so áhugavert, men heldur hvør megnar at vinna í hvørjum einstøkum valdømi. Tí fáa Liberalu demokratarnir fleiri tingsessir enn Reform UK, hóast flokkurin fær færri atkvøður samanlagt, og tí fær Plaid Cymru, sum er tjóðskaparflokkurin í Wales, 4 tingsessir við 0,6% av atkvøðunum.
Úrslitið sambært seinastu veljarakanningini hjá Survation:
Labour – Bretski arbeiðaraflokkurin |
37,6% |
485 sessir |
Conservatives – Konservativi flokkurin |
19,9% |
64 sessir |
Reform UK (fyrr Brexit Party) |
17% |
13 sessir |
Liberal Democrats – Liberalu demokratarnir |
12,1% |
60 sessir |
Green Party – Grøni flokkurin |
7,2% |
3 sessir |
Scottish National Party - Skotski tjóðskaparflokkurin |
3,0% |
13 sessir |
Plaid Cymru – Walisiski tjóðskaparflokkurin |
0,6% |
4 sessir |
Aðrir |
2,4% |
|