Eg stilli upp fyri Miðflokkin, tí tað er einasti flokkur, sum stendur saman um at verja tann mest grundleggjandi mannarættin - rættin til lívið sjálvt.
Eg trúgvi, at tað er sunt fyri menniskju at hava frælsi at skipa sítt egna lív sum teimum tykir best – tí ynski eg at landið blandar seg sum minst upp í gerandisdagin hjá borgarunum, og ikki skattar inntøkur teirra meira enn hægst neyðugt.
Eg ætli ítøkiliga m.a. at virka fyri:
– Einari smidligari barsilsskipan, har tað m.a. ber til at brúka part av barsilsvikunum til at arbeiða niðursetta tíð fyrstu árini hjá barninum.
– At ansingarpengarnir fylgja barninum.
– At pensjónistar kunnu arbeiða meira uttan at missa av fólkapensjónini.
– Fíggjarligum skynsemi í fíggjarlóg og almennum tænastum.
– At almennar tænastur arbeiða betur saman tvørturum geirar.
– Einari sterkari og burðardyggari fiskivinnu.
– At menna eitt viðgerðartilboð til tey, sum bæði eru sálarliga sjúk og hava eina rúsevnismisnýtslu.
– Nýskipan av barnaverndartænastuni og fosturforeldraskipanini, so at útsett børn og teirra familjur vera loftaði so væl sum gjørligt.
Rósa Tyril Gaardlykke
Valevni fyri Miðflokkin