Landið skal byggja føroyskt

Verkætlanir hjá landinum eiga at verða gjørdar eftir einari langtíðar løguætlan, soleiðis at bæði vinna og ikki minst tey, sum skulu njóta gott av verkætlanini, vita nøkurlunda, hvat er ávegis.


Tá verkætlanirnar verða lagdar til rættis og framdar, eiga vit so vítt gjørligt at brúka føroyska ráðgeving og arbeiðstakarar.


Skal landið gera okkurt, sum føroyskir ráðgevarar ella arbeiðstakarar ikki vita alt um, so eiga vit at kunna liva við, at tað er ein føroysk fyritøka, sum landið ger avtalu við, ið síðan finnur sær ein undirveitara við neyðugu vitanini.


Hetta merkir sum oftast, at næstu ferð eitt líknandi arbeiði skal gerast, so er tað nakað, sum føroyingar duga.


Tað er eisini okkurt afturat við føroyskum veitarum: Teir tosa føroyskt, so samskiftið gongur sum oftast lættari. Teir skulu sum oftast sjálvir brúka verkætlanirnar, sum verða gjørdar. Og so vilja teir allir sleppa at gera arbeiðir fyri landið eina aðru ferð eisini.


Hetta fyribyrgir í stóran mun bæði býttum mistøkum og óneyðugum trætum.


X við E

X við Eirik