Leskiligir bitar til kræsnar gómar

Gastronomiska støðið á vælumtóktu føroyabankakvøldunum í ár var hægri enn nakrantíð

Seinast í mars vóru vælumtókt føroyabankakvøld enn einaferð á matstovunum Heima í Havn, hesaferð bæði á fiskamatstovuni, Barbaru og í Áarstovu.

 

Tað hevur verið ein fastur táttur í nøkur ár, at hesi kvøld verða fyriskipað, eftir at havrannsóknarskipið kemur aftur frá yvirlitstrolingum á Føroyabanka.

 

Yvirlitstrolingar verða gjørdar tvær ferðir um árið - á vári og um heystið, og soleiðis eru føroyabankakvøld bæði um várið og um heysti á matstovunum.

 

Hetta eru sera vælumtókt kvøld, og í ár nýttu umleið 200 vitjandi á mastovunum, Barbaru og Áarstovu, høvi at smakka perlurnar av Føroyabanka.

 

Sagt verður, at gastronomiska støðið hesaferð var sera høgt við tveimum matskráum, einari spanskari á Barbaru og einari á Áarstovu við fronskum íblástri. 

 

##med2##

 

Báðar framúr góðar, siga gestir, sum vóru við til hesi kvøldini. Borðreitt varð við fleiri rættum við toski sum høvuðsrávøru.

 

Her vóru gestir, sum serliga heftu seg við tveir av rættunum - ein fiskarulla á Áarstovu við rækjum og kaviari og so sherry-marinerað grillað toskarhøvd á Barbaru.

 

- Hesir rættir vóru heilt serstakir, kreativir og sera vælsmakkandi, var skoðsmálið, sum gestir høvdu við sær heim aftur av Barbaru og Áarstovu eftir føroyabankakvøldini.

 

##med3##

 


 

 

Jógvan Rasmussen er høvuðskokkur í Áarstovu.