Lestrarstuðulin skal fylgja við!!

Vit skulu ikki longur aftur enn til fyrst í nullini. Tá fór meira enn helmingurin av øllum floygdum pisum av landinum at nema sær eina útbúgving, og væl minni enn helvtin kom tá heim aftur.

 

Tað kunnu vit kalla brain drain – við lít.

 

Tíbetur vóru fleiri átøk sett í verk, sum vendu gongdini. Nú hava vit nærum 1.000 lesandi á okkara Fróðskaparsetri, tað hava ongantíð verið teknaðir so nógvir lærusáttmálar, og alsamt fleiri taka stuttar og meðallangar útbúgvingar í Føroyum. Og alsamt fleiri velja at koma aftur til Føroya eftir lokna útbúgving uttanlands.

 

Hetta er fantastiskt, og hesa gongd skulu vit halda rimmarfast í.

 

Tað sum vit serliga leggja til merkis er, at barnafamiljur, har annaðhvørt annað ella bæði foreldrini nema sær eina útbúgving, velja Føroyar til. Um tað á nakran hátt ber til.

 

Men, men men. Her er eitt álvarsligt MEN.

 

Lestrarstuðulin hevur ikki fylgt við. Hvørki í árunum frá nullunum og fram til dagin í dag – og so als ikki nú, ið risastóra inflatiónin saman við høgum bústaðarútreiðslum ger av við lestrarstuðulin eftir fáum døgum hvønn mánað.

 

Og tað hevnir seg sjálvsagt serliga hjá forsyrgjarum sum eru undir útbúgving.

 

 

 

Nøkur av fremstu málum hjá einari komandi samgongu má tí vera at:

 

- Dagføra útgjøldini í lestrarstuðulsskipan okkara.

 

- Heimabúgvandi miðnámsskúlanæmingar yvir 18 ár skulu í minsta lagi hava 3.000 kr. um mánaðin

 

- Og vanlig lesandi skulu fáa í minsta lagi 6.000 kr. um mánaðin

 

- Lestrarstuðul í barsils- og viðgongutíð skal betrast

 

- Serlig stuðulsskipan skal setast í verk, fyri lesandi við skerdum lestrarførleika

 

- Og lestrarbústaðir skulu útvegast kring alt landið, sum ein lesandi hevur ráð at búgva i.

 

Ein íløga í útbúgvingarmøguleikarnar hjá komandi ættarliðum er besta trygdin fyri stabiliteti, vøkstri og fyri trivnaði.

 

Hesum fari eg at leggja alla mína orku í – verði eg valdur tann 8.desember.

 

Gott val.

 

 

 

Terji Beder,

 

valevni Javnaðarfloksins.