- LGBT'arar mugu hava okkurt at spegla seg í

Tað, at koma út sum LGBT'ari, og viðurskiftini hjá ælabogabørnum vóru millum evnini, ið Siri Sørensen tók upp, tá hon herfyri hevði eitt takeover á instagram síðuni hjá LGBT Føroyum. Umstøðurnar hjá LGBT'arum eru nógv bøttar, síðan felagið Ælabogin - síðani LGBT Føroyar - fór undir miðvísa arbeiðið til frama fyri samkyndum fyrst í hesi øldini, heldur Siri Sørensen, men stóri áhugin fyri uppsløgunum merkir, at framvegis eru LGBT viðurskifti, ið mugu viðgerast

Siri Sørensen, sum sjálv hevur ælabogafamilju [LGBT familju við børnum, red.], varð vald í nevndina í LGBT Føroyum stutt eftir jól. Sum partur av arbeiðinum hjá LGBT Føroyum tók nevndin avgerð um at hava sokallað "takeovers" av sosialu miðlunum, har einstakir LGBT'arar kunnu leggja út á síðurnar í eina viku hvør, har teir viðgera tey evni, ið tey halda vera viðkomandi ella áhugaverd fyri LGBT tilveruna í Føroyum.

 

Um orsøkina til uppsløgini sigur Siri Sørensen, at tað er neyðugt, at føroyskir LGBT'arar hava okkurt at spegla seg í. Soleiðis vita LGBT'arar, at tað letur seg gera at liva eitt gott og trygt lív í Føroyum sum LGBT'ari, og at tað er ikki so vandamikið, sum vit kanska halda tað vera onkuntíð.

 

Somuleiðis eru framvegis fordómar og misskiljingar í Føroyum, um hvat tað er at vera LGBT'ari.

– Hetta kann vera við til at avmystifisera, hvat tað merkir at vera LGBT'ari. Tað tykist sum, at har eru framvegis fordómar um, hvat tað er at vera LGBT'ari ella ælabogafamilja, og hetta er ein máti at geva fólki innlit í lívið hjá einum LGBT'ara í Føroyum; at síggja, at tað er ikki so fremmant og ókent, sum summi kanska vilja gera tað til, sigur Siri Sørensen.

 

Í uppslagsrøðini nertir Siri Sørensen við fleiri evni, og evnini eru í høvuðsheitum úrslit av, hvat fólk høvdu lyndi at spyrja um. Siri Sørensen hevði hvønn dag eitt "spyr meg okkurt" uppslag á instagram, har fólk fingu høvi at spyrja hana um eitthvørt, ið hevði við LGBT viðurskifti at gera.

– Tankin var tann, at hava fólk spurningar, so er betri, at tey spyrja heldur enn at skapa sær sínar egnu idéir. Tað vísti seg, at har vóru evni, ið gingu aftur í spurningunum, og sum fyltu nógv hjá fólki, sigur Siri Sørensen, sum heldur, at fólk hava nógvar tankar og hugsanir um tað, at vera LGBT'ari, sum kanska ikki hava so nógv hald í veruleikanum.

– Eg vildi bara svara spurningunum, sum fólk høvdu.

 

Eitt stórt lop at koma út

Eitt av evnunum, ið fleiri ferðir stakk seg upp millum spurningarnar, var tað at koma út úr skápinum. Nógv er broytt seinastu 20 árini á hesum økinum, og serliga er tað lættari hjá yngri fólki at koma út sum LGBT'ari í dag, enn tað var fyrr - í øllum førum í Havn, heldur Siri Sørensen.

Hóast tað er lættari í dag enn fyrr, merkir tað kortini ikki, at tað er lætt, og Siri Sørensen skilir væl tey, ið standa ytst á fjølini og ivast um at gera seinasta lopið.

– Spurningar um at koma úr skápinum skilji eg væl. Føroyar er eitt lítið samfelag, og okkum dámar væl at tosa um hvønn annan, sigur Siri Sørensen.

– Tá onkur kemur út, fyllir tað nokk so nógv - og serliga, tess eldri tú ert. Summir LGBT'arar tora kanska ikki at standa við tað, at tey eru LGBT'arar, tí tey síggja, hvussu onnur reagera, og tað kann vera ræðandi.

Siri Sørensen vísir á, at fyri nógvar LGBT'arar hevur úrslitið av at koma úr skápinum verið, at tey onkursvegna verða avvíst av foreldrum, familju ella vinum. Av tí sama er ein ótti, ið hongur yvir nógv, sum skulu taka stigið at koma úr skápinum.

– Eg haldi, at tað er ein órímiligur ótti. Eg haldi ikki, at tú sum LGBT'ari eigur at skula vænta tað. Hví skalt tú verða avvístur? Hvat er tað, sum tey verða avvíst fyri? Hvat er tað, sum ger, at familja og vinir velja at avvísa ein, sum kemur út sum LGBT'ari, spyr Siri Sørensen.

Fyri summi er orsøkin einfalt tann, at tey bryggja seg ikki um valið av maka, metir Siri Sørensen, sum kortini undrast á, hví fólk ganga so høgt upp í júst hetta.

– Tað eru ógviliga nógvir ósunnir makar í hinskyndum parløgum. Men tú fert ikki út og avvísir fólk fyri tað og setir treytir. Tú fert ikki út og sigur: "Vit kunnu bara góðtaka teg, um tú velur ein maka, sum vit halda er góður fyri teg.", sigur Siri Sørensen.

 

Børnini fáa fordómar frá teimum vaksnu

Hóast Siri Sørensen ikki hevur merkt á egnum børnum, at tey verða illa viðfarin orsakað av, at mammurnar eru samkyndar, so var hetta ein spurningur, ið ofta varð tikin upp millum spyrjararnar.

Hetta er tó nakað nýtt í Føroyum, ásannar Siri Sørensen, tí fyrr fluttu LGBT'arar oftast av landinum, og sostatt vóru ikki sjónligar ælabogafamiljur í samfelagnum.

Siri Sørensen hevur áður hoyrt argumentini fyri, at samkynd skulu ikki uppala børn, og yvirhøvur hava tey snúð seg um, at tað er synd fyri børnini at hava samkynd foreldur. Hetta er ikki nakað, ið familjan hjá Siri Sørensen hevur merkt tætt inn at sær, men har eru eisini aðrar orsøkir til, at ælabogabørn kunnu hava tað trongligt í Føroyum.

– Hinvegin vil eg siga, at tað, sum hevur gingið mest út yvir børnini, var undir valstríðnum, tá politikkararnir vóru úti og tosaðu so ljótt um LGBT'arar. Børn eru ikki býtt. Tey fylgja væl við. Har hoyrdu børnini tey, sum ráða í landinum, siga, at tað er skeivt at liva sum LGBT'ari. Eftir sita børnini og hugsa: "Hvat sigur tað so um mína familju?"

Yvirhøvur eru tað eisini tey vaksnu, ið gera lívið truplari fyri børnum í ælabogafamiljum, metir Siri Sørensen.

– Børn verða ikki fødd við fordómum. Tey fáa fordómarnar frá okkum vaksnu. Fyri børnini eru hetta púra natúrligt, og fyri børnini hevur tað einki at siga, hvat kyn tú ert. Fyri tey handlar tað um, hvussu tú ert yvir fyri teimum. Tí er tað nógv fyri, at tey vaksnu skulu vera so vánaligar fyrimyndir, heldur Siri Sørensen.

Ynskja vit, at ælabogafamiljur skulu trívast eins væl í Føroyum og aðrar familjur, er neyðugt, at tey vaksnu gevast við at siga, at tað er synd í børnunum, heldur Siri Sørensen, sum eisini metir, at tað er ein av uppgávunum hjá LGBT Føroyum at lofta teimum børnunum, sum onkursvegna koma í klemmu orsakað av málburðinum hjá teimum vaksnu.

– Frægari hevði verið, um hesi vaksnu hugdu inneftir fyri at síggja, hví tað er, at tey halda tað, sum tey halda, sigur Siri Sørensen.

 

Øðrvísi merkir ikki skeivt

Evnini vóru tung, ið Siri Sørensen valdi at taka upp í sínari uppslagsrøð. Samstundis fingu uppsløgini rættiliga nógva umtalu, og móttøkan var øgiliga góð, metir Siri Sørensen.

– Tað eru nógv, sum siga, at tað hevur verið áhugavert at fylgt við, at tey hava fingið svar upp á teir spurningarnar, sum tey høvdu, og at tey hava fingið nakað at hugsa um.

Hóast góðu undirtøkuna er framvegis neyðugt at viðgera hesi evnini, metir Siri Sørensen, tí tað eru framvegis fólk, ið ikki vilja góðtaka, at onnur liva øðrvísi enn tey.

– Tað, at verða øðrvísi, merkir ikki, at tað er skeivt, og tað er umráðandi at leggja dent á. Vit hava sum menniskja lyndi til at stúrsa við, tá vit síggja okkurt, sum er øðrvísi. So eru summi, ið fara longri enn tað og siga: "Hatta vil eg ikki hava, tí hatta broytir upp á ta verðina, sum eg kenni!", sigur Siri Sørensen.

Hesin hugsanarhátturin undrar Siri Sørensen.

– Eg havi tikið eitt val í mínum lívi. Eg vænti ikki, at onnur taka tey somu valini sum eg. Eg vænti, at onnur fólk taka tær avgerðirnar í lívinum, sum geva meining fyri tey og ger tey eydnusom. Eg vil hava eitt samfelag, har tað letur seg gera, uttan at fólk skulu gera seg inn á lívið hjá hvørjum øðrum. Og tað undrar meg, at summi fólk hava so stóran tørv á rætta upp á liviháttin hjá øðrum, bert tí tey ikki hava valt at liva so, sigur Siri Sørensen.

 

Higartil hava tvær uppslagsrøðir verið á facebook og instagram brúkarunum hjá LGBT Føroyum, sum báðar hava verið frá nevndarlimum. Eftir ætlan skal hetta halda fram, greiðir Siri Sørensen frá, men frameftir verður ætlanin, at tað verða LGBT'arar, ið ikki sita í nevndini, ið fáa høvið at leggja út.