Liðið hjá Hera legði frá landi við einum sigri

Strømmen IF vann fyrsta dystin hetta kappingarárið

Mynd: Strømmen IF

Strømmen IF. Soleiðis eitur liðið hjá Hera Hjalt Mohr.

 

Talan er um eitt lið í triðbestu norsku fótbóltsdeildini. Sjálvt staðið liggur 20 km eystanfyri Oslo.

 

Leygardagin spældi Strømmen fyrsta dystin í triðbestu deildini hetta kappingarárið.

 

Á heimavølli eydnaðist tað Strømmen at vinna 2-0 á Follo. Heri kom á vøllin ta seinastu løtuna.

 

14 lið eru í deildini, so spælast skulu 25 dystir aftrat. 

 

Komandi mikudag klokkan 17 skal Strømmen spæla dyst í norsku steypakappingini á útivølli. Dysturin verður ímóti Gjelleråsen, ið spælir í fjórðbestu deildini.

 

Komandi leygardag møtir Strømmen Ull/Kisa á útivølli í triðbestu deildini. 

 

Mynd: Strømmen IF