Løgmaður tendrað nýggja battarískipan hjá SEV

Løgmaður luttók á hátíðarhaldi á Sundi fríggjadagin 8. desember í samband við, at SEV tók nýggja battaskipan í nýtslu.

 

Nýggja skipanin er týdningarmikið tak á leiðini í grøna orkuskiftinum í Føroyum.

Til hátíðarhaldið fekk løgmaður heiðurin at tendra nýggju battarískipanina.

Løgmaður setir battarískipanina í gongd við hjálp frá Eiriki Norðberg, verkætlanarleiðara.

Orð frá løgmanni

Náttúran er háttað í grønum orkukeldum. Vindi, vatni og sól. Vit flyta okkum leypandi frá olju til grøna orkunýtslu. Og søgan er góð.

Hetta er ein gongd, sum vit ynskja okkum. Tí gleðast vit um stóra grøna takið, sum SEV tekur her á Sundi ídag.

Hetta er eitt spennandi átak, og eg eri spentur at fylgja við. Nýggja battarískipanin fer at loyva meira vindorku á netið og minni oljunýtslu. Hetta er sjón fyri søgn, tí við battarískipanini í Suðuroy hevur SEV til tíðir útvegað suðuroyingum 100% burðardygga elorku.

##med2##

 

Hóast battarískipanin her í miðastaðarøkinum er væl minni í mun til elnýtslu, verður spennandi at fylgja við, hvussu nýggja skipanin fer at eydnast.

Eg vil takka SEV fyri grønu tøkini, ið verða tikin. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum. Tað siga vit ferð eftir ferð við okkum sjálvi og umheimin. Tí hetta vilja vit, og hetta gera vit sum land. Fyri okkum, sum her búgva og tey, sum koma aftaná okkum.  

Við hesum orðum vil eg ynskja SEV og øllum Føroya fólki hjartaliga til lukku. Mín vón er, at nýggja battarískipan fer at hepnast væl.

Eg eri fegin um, at eg hervið kann seta støðina í gongd.

##med3##

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kári Johansen, nevndarformaður í SEV