Løgreglan kannar eitt harðskapsmál í Eysturoy

- Klokkan 04 í morgun var eitt mál á einum bústaði í Eysturoy, sum helst fer at fylla nakað her hjá okkum, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin hjá løgregluni visti í morgun at siga, at tey í nátt vóru á einum bústaði í Havn, har fólk ikki kundu semjast, sum løgreglan tekur til.

 

- Okkara uppgáva í hesum føri var at vera fyribyrgjandi, soleiðis at alt spældi væl av, tí her vóru fólk farin til hendurs og kundu ikki finna út av at semjast.

 

Sum skilst, tørnaði alt væl út á hesum bústaði, eftir at løgreglan hevði verið á staðnum, og hendingin gjørdist ikki til nakað mál hjá løgregluni í hesum føri.

 

Umleið klokkan 04 í morgun var eitt mál á einum bústaði í Eysturoy.

 

- Hetta mál fer helst at fylla meira her hjá okkum, og her liggur ein maður í brummuni og svevur í samband við eina hending.

 

Vaktleiðarin sigur, at tað enn ikki ber til at úttala seg um málið, tí avhoyringar eru ikki gjørdar, men løgreglan sigur so mikið, at hetta er eitt harðskapsmál.