Løn undir útbúgving innan eldrarøkt

Fyri at tryggja, at okkara eldru fáa góð ellisár á okkara ellis- og røktarheimum, so hevur tað týdning, at umstøðurnar eru góðar hjá teimum, sum arbeiða í eldrarøktini. Vit eiga at skapa bestu karmar til verandi starvsfólk. Umframt at styrkja um nøgdsemi og trivnað, stuðlar hetta eisini undir, at fleiri søkja inn á økið.

Tórshavnar kommuna eigur at samstarva við Heilsuskúlan í Suðuroy og landsmyndugleikarnar um at fáa sett í verk eina fleksibla útbúgvingartíð, har starvsfólk á eldra- og røktarheimum í Tórshavnar kommunu kunnu útbúgva og førleikamenna seg, samstundis sum tey varðveita sítt starv og løn. 

Hetta er eitt týdningarmikið átak fyri trivnaðin hjá verandi starvsfólkum á eldraøkinum og haldførið til tey komandi árini, har vit hava tørv á at hava fleiri og skikkaðum starvsfólkum.

Meira fakligheit innan eldraøkið gevur meira ró og javnari arbeiðsfordeiling millum verandi starvsfólkahóp.

 

Endurvenjing og røkt til borgarar

Undanfarna samgonga fekk bygt Umlættingar- og rehabiliteringsdepil, URD, í Hoyvík. Depilin hevur verið ein sólskinssøga, líka síðani hann lat upp. Har ber til at fáa góða endurvenjing og gerast skjótari og betur fyri eftir sjúku og skurðviðgerð. Týdningurin av einum slíkum tilboði er alstórur. Vit eiga nú eisini at geva borgarunum, sum búgva á ellis- og røktarheimum góða atgongd til kropsligar venjingar og endurvenjing.

Vit skulu raðfesta eina góða heimatænastu, sum er tillagað tørvinum hjá tí einstaka, og sum ger tað møguligt at búgva heima sum longst, men tað eigur altíð at verða gjørligt at fáa pláss á røktarheimi, um tørvur er á tí. Bíðilistin er styttur seinastu árini, serliga orsaka av URD, men enn eru fólk á bíði- og akuttlista. Tí er stórur tørvur á at útvega fleiri røktarheimspláss og at styrkja og betra um umstøðurnar hjá starvsfólkinum, so tey støðast og hava eitt fakligt umhvørvið.

 

Elsa Berg,

Býráðslimur og valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu