Loftávaring hevur í nátt verið um alt Ukraina eftir russisk rakettálop, og fólk siga, at spreingingar hava verið fleiri staðni í landinum.
Reuters veit at siga, at russisk álop hava elvt til streymloysi, og at í minsta lagi ein millión fólk eru uttan streym í trimum ukrainskum regiónum.
Sambært ávísini, Kyiv Independent, hevur Russland sent avstað sjey bumbuflogfør av slagnum, Tu-95.
- Loftverjuávaringar hava ljóðað um alt landið orsakað av raketthóttanini, stóð í einum boðum, sum ukrainska loftverjan sendi út tíðliga í morgun.
Ukrainska verjan visti tíðliga í morgun at siga, at russiskar rakettir eisini vóru á veg móti regiónunum, Mykolajiv, Kirovograd og Odessa.
Stutt eftir boðini um rakettirnar, komu fráboðanir um spreingingar í ukrainska svartahavsbýnum, Odessa og í býunum, Kropyvnytskyj, Kharkiv, Rivne og Lutsk.
Tað vita lokalir tíðindamiðlar at siga.
- Enn einaferð eru orkustøðir helst málið við álopunum hjá fíggindanum, skrivar ukrainski orkumálaráðharrin, Herman Halusjtsjenko, á Facebook.
Myndugleikarnir í fleiri ukrainskum regiónum hava heitt á sínar ibúgvar um at søkja sær skjól í bumburúmum.