Lykketoft gestarøðari

Javnaðarflokkurin hevur landsfund í dag, har danski politikarin, Mogens Lykketoft, er gestarøðari

Seinasti landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum  er settur í Smæruni í Havn.

 

Størsti áhugin er fyri røðuni hjá Aksel  V. Johannesen, floksformsanni og løgmanni. Hann er tann einasti, sum neyvt veit, nær val verður, tað skal  í seinasta lagi vera 31.august í ár.

 

Gestarøðarin á fundinum er Mogens Lykketoft, sum er millum royndastu politikarar í Danmark og limur í danska sosialdemokratiska flokkinum.